Stórfingin verkætlan í Havn hevur fingið eitt skot fyri bógvin

Kanska hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, selt skinnið - áðrenn bjørnin er skotin

Soleiðis hava arkitektar hugsað sær, at tjóðleikhúsið kundi sæð út

Í fleiri ár hevur verið tosað um at byggja nýtt tjóðleikhús í Føroyum. Tað hevur eisini verið stór ósemja um, hvar tjóðleikhúsið skuldi vera og eitt skifti lá í kortunum, at tað skuldi vera á Skálatrøð. Men tað var so stór mótstøða ímóti ætlanini, kanska serliga frá handilsvinnuni, at tann ætlanin varð slept.

 

Síðani vórðu arkitektar bidnir um at koma við uppskotum um, hvar tjóðleikhúsið skuldi vera. Einasta treyt var, at tað skuldi vera í Havn, og har vóru teir flestu arkitektarnir samdir um, at besta staðið at byggja eitt komandi, føroyskt tjóðleikhús, var á Bursatanga.

 

Tá ið mentanarvirðislønirnar vórðu handaðar í Salt seinasta mikukvøld, fegnaðust mentafólk um, at Jenis á Rana, nýtti høvið til at kunngera, tá ið tað nú er avgjørt, hvar Tjóðleikhúsið skal vera, eru tey eisini farin í gongd við arkitektakappingina um, akkurát hvussu Tjóðleikhúsið skal síggja út. Somuleiðis hava tey sett ferð á arbeiðið at útvega endaligu fíggingina, segði Jenis av Rana.

 

 

 

Ov bráður

 

Men tað kann vera, at Jenis av Rana var ov bráður og at hann hevur selt skinnið, áðrenn bjørnin er skotin. Tórshavnar Býráð umrøddi spurningin hóskvøldið og har gjørdi Kári Johansen, formaður í havnarnevndin hjá býráðnum, púra greitt, at sum støðan er, er slett ikki pláss fyri einum tjóðleikhúsi á havnarlagnum á Eystaruvág, hvørki á Bursatanga ella longri úti.

 

Hann sigur, at tað er longu við at vera ov trongligt á havnarlagnum á Eystaruvág við tí virksemi, sum er nú. 

 

– Og skulu vit framvegis hýsa Norrønu og øllum virksemi, sum fylgir við tí, hava vit brúk fyri øllum havnarøkinum, sigur Kári Johansen. Hann heldur, at tískil er tað ov tíðliga at tosa um at byggja eitt tjóðleikhús har.

 

Annars heldur formaðurin í havnarnevndini, at sum heild er Bursatangi ikki rætta staðið at seta tjóðleikhúsið á. Hann sigur, at áðrenn vit yvirhøvur kunnu tosa um at seta eitt tjóðleikhús á havnarlagið við Eystaruvág, verður tað fyrst neyðugt byggja havnarlagið enn meiri út.

 

Hann sigur, at tá ið farið varð undir útbyggingina, sum nú er við at vera liðug, vórðu heilar 90.000 fermetrar skarvaðar av ætlanini, tí tað var ikki vilji til at byggja norðureftir framvið Skansanum. Tí verður neyðugt at byggja enn meiri út og at tað hevði loyst trupulleikan at bygt havnarlagið út norðureftir, heldur hann.

 

– Vit skulu bíða við Tjóðleikhúsinum til tað er búgvið at taka støðu til. Og tað merkir, at vit skulu bíða til vit hava bygt havnarøkið út. Tá ið tað er gjørt, kunnu vit ta støðu til hvar Tjóðleikhúsið skal vera, men kanska kann tað vera onkustaðni við farstøðina, har taxastøðin er nú, sigur formaðurin í havnarnevndini.

 

Longu fyri einum sløkum ári síðani, sama dag, avgerð varð tikin um at Tjóðleikhúsið skuldi vera á Eystaruvág, mótmælti Kári Johansen eisini. Og eftir tí hann segði á býráðsfundinum hóskvøldið, stendur hann við tað, hann segði tá.

 

 

 

Hóskar ikki saman

 

Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, fegnast um, at býráðið ikki loypur á leistum, men er sinnað at bíða við avgerðini um at seta Tjóðleikhúsið á Bursatanga.  Hon hevur altíð verið ímóti at taka ein part av havnarlagnum á Eystarubryggju til Tjóðleikhús. Hon heldur, at tað er tað sama sum at kippa hønuna, sum verpur gulleggini í Havn

 

Les meiri um tað her: Hetta skilur Annika Olsen slett ikki

 

– Eg hitnaði um oyruni, tá ið eg hoyrdi Jenis á Rana, kunngera í at nú var leyst og liðugt við Tjóðleikhúsinum, segði Annika Olsen á býráðsfundinum hóskvøldið.

 

– Eitt havnarlag er okkara vinnuøkið, og tað er ein stór inntøkukelda hjá kommununi. Og at blanda mentanarliga virksemið hjá einum tjóðleikhúsi upp í vinnuliga virksemið á havnarlagnum, er skeivt, sigur Annika Olsen.

 

Hon heldur, at tjóðleikhúsið hevði ligið betur á Viðarnesi, tí tað letur seg væl gera at flyta oljutangarnar.  Hetta er ein staðseting, Kári Johansen tekur undir við. Eitt tjóðleikhús á Viðarnesi hevði verið eitt vakurt portur til Havnina, heldur formaðurin í havnanevndini.

 

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, tekur undir við at Tórshavnar Havn verður útbygd norðureftir.  Hann sigur, at heildarætlanin fyri havnarlagið á Eystaruvág verður løgd fyri byggi- og býarskipanarnevndina og tá verður støða tikin til tjóðleikhúsið. Hann er samdur í, at Tjóðleikhúsið skal ikki vera á Bursatanga tí tað hevði verið spell at bygt eitt so stórt hús beint har Áarvegurin gongur niðan í býin.

 

Tí heldur hann í minsta lagi at tað má vera longri úti á havnarlagnum. Og hann er sannførdur um, at hann og formaðurin í havnarnevndini fara at draga somu línu í hesum máli.

 

 

 

Soleiðis hava arkitektar hugsað sær, at tjóðleikhúsið kundi sæð út