TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við skotan og Føroyavinin, Mike Day, sum er staddur í New York í hesum døgum fyri at leggja seinastu hondina á eitt dokumentariskt, filmsligt stórverk um Føroyar og føroyska tilfeingið.
Mike hevur seinastu árini ferðast nógv til Føroya, fyri at fáa so nógv gott tilfar í kassan, sum til ber.
Lidna framleiðslan verður ein dokumentarur uppá 90 minuttir, sum skal sýnast í kykmyndahallum kring heimin. Talumálið í filminum verður føroyskt gerandismál.
Tó manglar nakað av fígging til klippingina, filmstónleikin o.a.
Mike Day hevur byrjað eina "Kickstarter"-innsavnan, og hann vónar, at føroyingar kunnu lata eitt lítið oyra til filmsverkætlanina, sum fer at sýna heiminum hvørjum føroyingar liva av.
Tað ber til at fara inn á hesa heimasíðuna og stuðla filmsverkætlanina: