Stórdystur í Torino

Bæði Manchester-feløgini skulu í evropeiska eldin í kvøld

Sjey dystir verða spældir í kvøldsins umfari av Champions League.

 

Vanliga plaga átta dystir at verða spældir um kvøldið, men í dag er støðan tann, at fyrsti dysturin longu er liðugur. Hann varð leiktur í einum so fjarskotnum landi sum Kasakhstan, har FC Astana og Benfica spældu. Tíðarmunurin ímillum okkum og Kasakhstan er heili seks tímar, og tískil byrjaði dysturin longu klokkan 15 okkara tíð. Dysturin endaði 2-2.

 

Tó skal eisini nevnast, at dysturin ímillum CSKA Moskva og Wolfsburg byrjar nú klokkan 17, og hetta er eisini orsakað tíðarmun. Allir hinir dystirnir byrja klokkan 19.45.

 

Hjá okkum avbyrgdu á Atlantshavinum er tað tó óivað meira áhugavert at fylgja við gongdini hjá teimum ensku feløgunum. Í kvøld er tað soleiðis, at bæði Manchester-feløgini, United og City, skulu í eldin.

 

Manchester United tekur á heimavølli ímóti PSV. Hetta er toppdystur í hesum bólki, tí at undan dystinum er United oddalið við sjey stigum, meðan hollendska PSV hevur seks stig.

 

Størsti dysturin í kvøld er helst tann, ið verður spældur í Torino, har Juventus og Manchester City bresta saman. Hetta er somuleiðis eitt oddabrak í innanhýsis bólkinum, tí at undan dystinum er City oddalið við níggju stigum, meðan Juventus er á øðrum plássi við átta stigum.

 

Dagsins dystir í Champions League síggjast niðanfyri:

 

Bólkur A:

Malmø FF - PSG

Shakhtar Donetsk - Real Madrid

 

Bólkur B: 

CSKA Moskva - Wolfsburg

Manchester United - PSV Eindhoven

 

Bólkur C:

FC Astana - Benfica 2-2

Atletico Madrid - Galatasaray

 

Bólkur D: 

Borussia Mønchengladbach - Sevilla

Juventus - Manchester City

 

Dysturin ímillum Manchester United og PSV sæst á TV3+, meðan brakið ímillum Juventus og Manchester City sæst á TV3Sport2. Dysturin ímillum CSKA Moskva og Wolfsburg, sum byrjar hvørja løtu, verður vístur á TV3Sport1.