Champions League er aftur í kvøld á skránni.
Átta dystir eru á skránni, nú bólkaspælið av álvara er farið at taka skap.
Størsti dysturin í kvøld, er uttan iva dysturin sum verður spældur á Bernabeu leikvøllinum í Madrid. Har hittast tvey av stóru liðunum í europeiskum fótbólti í løtuni, Real Madrid og Paris Saint Germain. Sum heild stendur lítið uppá spæl hjá báðum liðunum, tí bæði liðini eru oddalið í sínum bólki, og hava fýra stig niður til Shaktar Donetsk, sum liggur á triðja plássinum. Tískil er nógv ið bendir á, at bæði Real Madrid og Paris Saint Germain koma at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.
Tvey ensk feløg skulu eisini í eldin í kvøld í sínum bólki. Tað eru tey bæði Manchester feløgini, Manchester United og Manchester City.
Manchester United skal á heimavølli taka ímóti CSKA Moskva. Eitt sindur av trýsti er á heimaliðnum undan dystinum. Manchester United liggur sum nummar trý í sínum bólki, og skal tí vinna heimadystin móti CSKA, um teir skulu gera sær vónir um víðari luttøku í kappingini. Harafturat hevur Manchester United havt stórar trupulleikar við at skora mál seinastu nógvu dystirnar.
Manchester City sum tapti fyrsta dystin í bólkaspælinum móti Juventus, hevur av álvara reist seg í kappingini. Manchester City hevur vunnið báðar teir seinastu dystirnar í bólkaspælinum móti Monchengladbach og Sevilla, og liggur tí i løtuni á einum øðrum plássið í bólkinum. Teir skulu í kvøld spæla ímóti Sevilla á útivølli.
Av øðrum áhugaverdum dystum í kvøld, kann eisini nevnast at Borussia Monchengladbach á heimavølli tekur ímóti Juventus, meðan svenska felagið, Malmø FF, skal spæla á útivølli móti Shaktar Donetsk.
Dystirnir í kvøld:
Bólkur A:
Real Madrid – Paris Saint Germain (Vístur á Tv3+)
Shaktar Donetsk – Malmø FF
Bólkur B:
Manchester United – CSKA Moskva (Vístur á Tv3Sport1)
PSV Eindhoven – Wolfsburg
Bólkur C:
FC Astana - Atletico Madrid
Benfica – Galatasaray
Bólkur D:
Borussia Monchengladbach – Juventus
Sevilla – Manchester City (Vístur á Tv3Sport2)










