Tað verður sagt, at í fjør doyðu fleiri fólk av selfie-myndatøku, enn tað doyðu av hávaálopum.
Fyri kortum hendi ein selfie-vanlukka í indiska stórbýnum Mumbai. Ein 18 ára gomul kvinna datt á sjógv, tá ið hon og vinfólk skuldu taka eina selfie-mynd. Ein 37 ára gamal myndir leyp á sjógv fyri at bjarga kvinnuni, men bæði fólkini druknaðu.
Nú hevur løgreglan í Mumbai bannað fólki at taka myndir av sær sjálvum í 16 økjum í býnum, skrivar The Guardian.
”No Selfie Zone” siga skeltini í økinum, har tað verður mett vandamikið at taka myndir av sær sjálvum. Myndugleikarnir hava eisini sett vaktarfólk í hesum økjum fyri at betra um trygdina.