Stórar broytingar í miðbýnum í Havn

Stórt íbúðarhús við leiguíbúðum skal byggjast í miðbýnum í Havn

Tað eru rættiliga umfatandi umbyggingar, sum skulu gerast í miðbýnum í Havn, tá stórt íbúðarhús skal byggjast á økið, sum gamla bakaríið P/F Frants Restorff átti.

Byggifyritøkan P/F Húsavarðatænastan hevur keypt partafelagið Frants Restorff – og grannabygningin, sum áður hýsti Havnar Sjúkrakassa.

Málið hevur verið fyri á býráðsfundi í Havn 22. juni, og greitt verður frá, at ymsir íleggjarar og byggiharrar í eina tíð hava víst áhuga fyri at byggja íbúðir á matrikkulin, har gamla bakaríið hjá Frants Restorff var.

Í sambandi við broytingar í byggisamtyktini fyri økið ynskir nýggi eigarin, at broytingarnar eisini fevna um nakrar grannabygningar, sum eru eini privat hús í Magnus Heinasonargøtu, handilin hjá Kissa í Tórsgøtu og húsini sum kommunan eigur oman fyri hjá Kissa í Tórsgøtu. Tá málið var fyri í býráðnum samtykti býráðið, at broytingin eisini skuldi fevna um gomlu húsini hjá Sofus Christiansen í Tórsgøtu, har City Burger heldur til.

Verkætlanin, sum P/F Frants Restorff hevur í umbúna, snýr seg um 35 + 12 leigíbúðir, sum tað sæst í gerðabókini hjá Tórshavnar býráð.

Íbúðirnar eru í ymsum støddum, og eisini eru 700 fermetrar til handilshøli og parkering undir jørð.

– Leiguíbúðir í ymsum støddum – frá 2-3 rúmum  er við til at tryggja ymiskleika og sentrala staðseting av bústøðum, stendur í gerðabókini.

Handilshølini á niðastu hædd eru við gjøgnumskygdum framsíðum, sum verður partur av miðbýarvirkseminum, og eitt parkeringspláss til hvørja íbúð undir jørð, soleiðis at parkeringstørvurin hjá íbúgvunum verður nøktaður á ognini sjálvari, uttan at parkeringin gerst ein sjónligur partur av býarmyndini.

 

##med2##

Sambært gerðabókini hjá býráðnum skal eigarin, Húsavarðatænastan, byggja íbúðirnar og síðani er ætlanin at selja til annað felag, ið skal leiga út og umsita ognina.

Tað hevur ljóðað, at Tryggingarfelagið Lív er við í verkætlanini. Men stjórin hjá Lív, Jan Jakobsen sigur, at tey eru í ferð við at kanna ymsar møguleikar. Hann fær einki sagt, fyrr enn byggisamtyktin er broytt.

Stjórin í Húsavarðatænastuni, Regin Petersen, fær einki sagt enn, tí har eru ov nógvir brikkar at fáa upp á pláss.

Men okkurt er, sum bendir á, at Tryggingarfelagið Lív er við í verkætlanini, tí felagið hevur lýst veð í sjúkrakassabygninginum upp á 45 milliónir krónur.

P/F Frants Restorff hevur keypt gamla Sjúkrakassabygningin fyri 9,95 milliónir krónur.

Um so er, at Tryggingarfelagið Lív er við í verkætlanini, so hetta dømi um íløgu í Føroyum í bygging av leiguíbúðum, sum nógv hava viljað havt júst slíkar stovnar sum Tryggingarfelagið Lív at gera í Føroyum.

Ognin hjá P/F Frants Restorff í miðbýnum er í tveimum støðum. Tað størra økið er økið, har bakaríið í sínari tíð var. Tá Sjúkrakassabygningurin er við, so er talan um økið millum Magnus Heinasonargøtu og Tórsgøtu, norðan fyri Sverrisgøtu. Hitt økið er Kondittaríið í Niels Finsensgøtu og grannahúsini niðanfyri í Sverrisgøtu, har skeinkistaðið Taboo heldur til.

 

Tað er á hesum báðum økjum í miðbýnum í Havn, at P/F Frants Restorff hevurí umbúna at byggja 47 leiguíbúðir