Í morgun verður upplýst, at tilsamans 4.676 sivilfólk vórðu flutt burtur úr ymiskum býum í Ukraina í gjár.
Sambært tølum hjá ukrainsku stjórnini, sum CNN endurgevur, vórðu tilsamans 3.256 fólk flutt úr Mariupol og Berdjansk.
Viðheftu kort oman fyri, sum Verdens Gang eigur, vísa, at russar seinastu dagarnar hava tikið alt sítt herfólk aftur har norðuri í Ukraina.
Bretska verjumálaráðið sigur, at russisku herdeildirnar eru farnar inn í Hvítarussland og Russland.
Lagt verður aftrat, at nakrar at hesum deildum helst verða fluttar til eystara part av Ukraina til bardagar um Donbas.
Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, sigur, at støðan í býnum Borodjanka er munandi verri enn støðan í Butsja.
Ein stórur partur av heiminum er á gosi um ræðuleikarnar í Butsja, og nú verður stúrt fyri, at støðan í Borodjanka er upp aftur verri.
Ein stórur trupulleiki í ávísum pørtum av Ukraina er, at deyðir russiskir hermenn liggja og sløðast í gøtunum.
Sagt verður, at russar taka ikki líkini við sær, men lata tey vera liggjandi, og hetta er ein stórur trupulleiki.
Tað eru vikur síðan, at útlendskir miðlar skrivaðu, at russar hava flytbar krematorii, har lík verða brend.
Men, eftir øllum at døma megnar russiski herurin ikki at taka ímóti øllum sínum falnu hermonnum.