Ein bilførari í Vágum fekk stóra bót fyri at koyra bil uttan at hava koyrikort. Persónurin hevði mist koyrikorti, men var kortini farin út at koyra. Og tað er ein dýrari søga. Um talan er um fyrstu ferð, tú verður tikin fyri at koyra eftir at hava mist koyrikortið, so fært tú 5.000 krónur í bót. Um talan er um aðru ferð, so er bótin 6.000 krónur og triðju ferð 7.000 krónur.
Løgreglan gjørdi eisini kanningar aðrastaðni í Føroyum, men har stóð væl til, og eingin annar var skrivaður í bókina hjá løgregluni.