Stór upptakt og beinleiðis frásøgn á Rás2

Byrjað verður longu klokkan 14. Aftaná dystarfrásøgnina verður "Triði Hálvleikur" á skránni

Sunnudagin 11. oktober verður stórur fótbóltsdagur á Rás2, har byrjað verður at senda klokkan 14.

 

Klokkan 14 verður ein drúgv samrøða, sum Tróndur Arge hevur havt við Lars Olsen, landsliðsvenjara. Klokkan 15 verður ein samrøða Tróndur Arge hevur havt við Christian Lamhauge Holst, sum nú gevst á landsliðnum. Áðrenn sett verður niðan á Tórsvøll hoyra vit tað, sum Andras Gango, André Olsen, Jákup Ósá og Tróndur Arge høvdu at siga um landsliðsavrikið seinastu, og vónirnar fyri Rumenia-dystinum. Síðani verður sett niðan til Hilmar Jan Hansen og Trónd Arge á Tórsvølli. Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá dystinum Føroyar-Rumenia, Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari til dystin, sum byrjar klokkan 17.

 

Aftaná dystin hevur Heri Simonsen sendingina "Triði Hálvleikur", har byrjað verður í Mixed Zone, har Tróndur Arge fer at práta við spælarar og venjarar.

 

Lurtararnir kunnu smsa inn á 559999 og siga nøkur góð og vøkur orð um tað, sum Fróði Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst hava framt fyri landsliðið. Eisini eru lurtararnir í sms-boðunum vælkomnir at taka samanum EM-undankappingina hjá føroyska landsliðnum, sum endar í morgin.

 

Rás2 hoyrist á FM 98,7, á FM 88,7, á FM 95,9, og á www.midlar.fo. Rás2.

 

Til ber eisini at fylgja við á in.fo.