Bretski forsætisráðharrin vil broyta avtalu um Norðurírland.
Bretski forsætisráðharrin Theresa May hevur í dag sagt sínum konservativu samstarvsfeløgum, at hon vil hava eina nýggja atkvøðugreiðslu um brexit í Undirhúsinum 13. februar.
Tað upplýsa keldur fyri Sky News.
Men hesum afturvísir ein kelda í Konservativa Flokkinum sambært Reuters. Hon hevur ikki tosað um eina nýggja atkvøðugreiðslu handan dagin, sigur keldan.
Í morgin verður aftur eitt hart og larmandi kjak í Undirhúsinum um bretsku útmeldingina úr ES.
Lagt er upp til fleiri atkvøðugreiðslur um næsta stigið hjá May í mun til ES.
Hon tapti fyrstu brexitatkvøðugreiðla við einum rungandi ósigri fyrr í mánaðinum. Ikki minst tí nógvir av hennara egnu floksfeløgum atkvøddu ímóti avtaluni, sum hon hevði gjørt við ES.
Theresa May hevur sambært Reuters biðið sínar konservativu starvsfelagar um at stuðla einum nýggju uppskoti til sonevnda írska bakstopparan.
Hon vil hava núverandi avtaluna við ES um ein írskan bakstoppara skifta út við »eina alternativa skipan«.
Tað váttar konservativi floksformaðurin, Brandon Lewis.
– Tað loyvir forsætisráðfrúuni at leggja fram ein ógvuliga greiðan boðskap um, hvat tingið ynskir, og hvar flokkurin stendur, sigur hann.
Bakstopparin tryggjar, at bretska økið Norðurírlandi verður verandi ein parutr av tollsamgonguni hjá ES, til onnur loysn er funni, sum syrgir fyri, at markið millum ES-landið Írland og Norðurírland verður verandi opið.
Tað verður mett sum avgerandi fyri at kunna halda langafríggjadagsavtaluna frá 1998, sum endaði 30 ára sekteriskt st´rið í Norðurírlandi. Næstan 4000 vórðu dripin undir uppgerðini millum stríðandi partanarí Norðurírlandi.
Tey mest sannførdu konservativu brexit-viðhaldsfólkini óttast, at bakstopparin fer at merkja, at Bretland verður hildið fast í tollsamgonguni og undir eftirlitið av ES-Dómstólinum,
ES-kommissiónin hevur fyrr sagt, at tey ikki vilja lata upp aftur ta avtalu, sum longu er gjørd. Men tey vilja kortini feginv ita, um brittar hava onnur ynski, sum tey kunnu tosa um.
/ritzau/