Hetta vikuskiftið er stór ráðstevna á Hotel Føroyum við 200 luttakarum úr øllum norðanlondunum.
Heitið á ráðstevnuni er Nordiske kvinder mod vold, og høvuðsevnið er "Udsatte børn og unge - voldens gidsler".
Tað er Kvinnuhúsið, ið skipar fyri ráðstevnuni, sum byrjar seinnapartin í dag, tá Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum setir ráðstevnuna.
Á skránni verða ymsir fyrilestrar við bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrarhaldarum, og eisini verða verkstovur.