Stór oljudálking í gøtunum í Havn

Tað er sum á kalvabaki á fleiri vegum í Havn

Vaktleiðarin á politstøðini í Havn sigur, at tað er massiv oljudálkng í gøtunum í Havn. Hann sigur, at tað at kalla ikki er koyrandi, og tað er nógvastaðni, hann nevndi Ringvegin og Svalbardsvegin, men segði, at talan er um massiva oljudálking, sum røkkur heilt norður til Kollafjarðar. 

Tí heitir løgreglan á bilførarar um at vera sera ansnir.