Stór nettotilflyting

Nettotilflytingin seinastu 12 mánaðirnar hevur verið 331 fólk. Saman við burðaravlopi gevur hetta ein fólkavøkstur upp á 555 fólk

31. august var fólkatalið 48.605, og eru tað 555 fólk ella 1,2% fleiri enn um somu tíð í fjør. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Stóra orsøkin til hetta er, at talan seinasta árið hevur verið um hampuliga stóra tilflyting. Frá september 2013 til august 2014 var ein tilflyting á 1.530 fólk, meðan 1.199 fólk fluttu av landinum.  Í sama tíðarskeiði teir 12 mánaðirnar frammanundan var tilflytingin 1.411 fólk og fráflytingin 1.557. Tilflytingin er sostatt økt við 119 og fráflytingin minkað við 358.

Burðaravlopið veksur eisini nakað – frá 227 til 251.

Størsti fólkavøksturin var í Tórshavnar økinum við 345 fólkum, meðan Streymoyar sýsla annars minkaði við 15 fólkum.


Eftir Streymoyar sýslu var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 160 fólkum. Í Sandoyar sýslu minkaði fólkatalið við 11, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.