Stór móta-og lívsstílsstevna á Hjalla

Í døgunum 25.-27. apríl skipar fyritøkan Censure fyri stórslignari móta-og lívsstílsstevnu á Hjalla.

Í døgunum 25.-27. apríl skipar fyritøkan Censure fyri stórslignari móta-og lívsstílsstevnu í gomlu hølunum hjá 360 á Hjalla 4.

 

Stevnan verður á 2500 fermetrum, og væntandi verða 48 básar í hølunum - við nýggjastu brellbitunum til bæði hennara og hansara.

 

- Hetta verður ein heldur øðrvísi og forvitnisliga stevna, har vit velja at leggja dent á uppliving. Stóru og snotuligu hølini verða væl innrættað, tí vit ynskja, at vakurleikin av sjálvum bygninginum kemur til sín rætt.

 

Ein av fyriskiparunum, Høgni Thomsen, vísir á, at við stóru og opnu hølunum verður vikið frá tí tronga, ið mangan gerst ein trupulleiki, tá so nógvir handlar skulu umboðast á eini stevnu.

 

- Her verður eitt opið umhvørvi við eini hugnaligari kafé, har til ber at seta seg niður at njóta ein betri bita, sigur Høgni Thomsen.

 

Teir umleið 48 básarnir á stevnuni fara eitt nú at sýna fram klæði, brúkslutir, vælveru og vakurleika, teldur, kamping og bilar og motorsúkklur.

 

- Harumframt hevur Hotel Føroyar forkunnuga kafé, har borðreitt verður við vælsmakkandi rættum og leskiligum drykkivørum, sigur Høgni Thomsen í fyritøkuni Censure.