- Tað er stuttligt, at tílíkur tónleikur eisini verður viðurkendur fyri sítt avrik, og ikki einans poppurin og countrytónleikurin, segði Kristian Blak, eftir at bólkur hansara Yggdrasil fekk heiðurin sum ársins bólkur ella kór í opna bólkinum.
Yggdrasil hevur, síðani byrjanina í 1981, givið 12 útgávur út, tann seinasta av hesum er Dímun, sum varð givin út í 2014.
- Allar útgávurnar hjá bólkinum hava verið bygdar upp sum ein verkætlan. Dímun var um oynna Dímun, Traveling var um shamanismu, Den Yderste Ø, sum var fyrsta útgávan, um skaldskapin hjá Williami Heinesen, greiðir Kristian Blak frá.
Les meiri um FMA í mánadagsblaðnum.
Kristian Blak sigur, at hann hevur merkt eina stóra menning í føroyska tónleikaheiminum, síðani Yggdrasil byrjaði. Hann greiðir frá, at fyrstu tíðina var neyðugt, at biða útlendskar tónleikarar hjálpa sær, tí at fáir føroyingar høvdu neyðuga førleikan innan ymisku tónleikagreinirnar.
- Seinastu árini hevur tó verið stór menning í førleikunum hjá føroyskum tónleikarum, og nú er eingin trupulleiki at finna munagóðar føroyskar avloysarar, um onkrum berst frá at spæla til eina konsert ella á eini útgávu, sigur Kristian Blak.
Ongar ætlanir eru um at leggja Yggdrasil á hillina júst enn, sigur Kristian Blak, sum eisini avdúkar, at teir longu eru í ferð við eina nýggja stóra verkætlan, sum væntandi verður sett á pall í 2016.










