Stór málveitsla á Argjum

Jasper Van Der Heyden legði upp og var tvífaldur málskjútti, tá ið 07 Vestur tríggjar ferðir svaraði aftur ímóti AB

Jasper Van Der Heyden Mynd: 07 Vestur

Tað var sonn málveitsla, tá ið uppflytararnir á Argjum seinnapartin høvdu vitjan av 07 Vestur. Úrslitið var 3-3 eftir hálvleiksstøðuna 2-1.

 

Tá ið hann í 2020 flutti til Føroya var tað fyri at spæla við AB. Talan er um belgiska spælaran Jasper Van Der Heyden, sum í fjør spældi við meistaraliðnum í Klaksvík, har hann fyrra partin av kappingarárinum okkurt skifti var skaðadarvaður og ongantíð av álvara vann sær pláss millum teir fyrstu ellivu.

 

Nú er Jasper, sum býr í Kollafirði, í 07 Vestur. Nú tvey umfør eru farin, er tað longu eyðsýnt, at Jasper Van Der Heyden er lyklaspælari.

 

Augostin Marsico legði AB á odda, tá ið tað restaðu 12 minuttir av fyrra hálvleiki. Teitur Debess Olsen átti uppleggið, og tríggjar minuttir seinni varð 1-1, tá ið Jasper Van Der Hayden eftir sending frá Hákuni Edmundsson og av brotsteigarmarkinum í høgru smekkaði bóltin í handara síðunetið.

 

Tveir minuttir undan steðginum sendi Ragnar Skála við skoti úr 22 metrum bóltin umvegis stólpan og í netið, og so var 2-1 til heimaliðið, tá ið teir fóru at hvíla seg.

 

Tað gekk alla tíðina javnt fyri seg, og miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði 07 Vestur. Málskjútti var Ronni Møller-Iversen, og væl upplagdi Jasper Van Der Heyden átti uppleggið.

 

Tríggjar minuttir frammanundan, at hann legði AB á odda 3-2, var Bartal S. Petersen innskiftur. Uppleggið átti Kari Dreier Leth.

 

Tað gekk báðar vegir, og tveir minuttir eftir AB leiðslumálið var 07 Vestur, sum skoraði síðsta málið og fyri triðju ferð megnaði at javna. Fyri aðru ferð var Jasper Van Der Heyden málskjútti, og Mads Brochers átti uppleggið.

 

Fyri bæði AB og 07 Vestur var talan um fyrsta stigið í ár.

 

 

 

AB – 07 Vestur 3-3 (2-1)

 

1-0: Augustin Marsico

 

1-1: Jasper Van Der Heyden

 

2-1: Ragnar Skála

 

2-2: Ronni Møller-Iversen

 

3-2: Bartal S. Petersen

 

3-3: Jasper Van Der Heyden

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

AB: Rói Zachariassen – Mikkjal Hentze, Erik McCue, Michael Alexander Smith, Fahad Fussad Mohammed – Marius Kryger Lindh, Ragnar Skála, Onni Tiihonen, Teitur Debess Olsen – Augustin Marsico, Kari Dreier Leth

 

07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Mathias Voss, Mads Skøtt Winther, Jóannis á Steig –Hákun Edmundsson, Janus Svabo Samuelsen, Teitur Olsen – Jasper Van Der Heyden, Mads Brothers, Ronni Møller-Iversen

 

Jasper Van Der Heyden Mynd: 07 Vestur