Stór grind í Vágum - men hon verður ikki hildin til

Farsóttarnevndin mælir frá at halda grindina til

Ein stór grind er í løtuni vestan fyri, men grindin verður ikki hildin til. Tað fortelur Finnbogi Midjord, sum er sýslumaður. Hann hevur hoyrt, at talan var um fleiri hundrað hval, men vísir á, at sovorðni tøl má mann altíð taka við fyrivarni.

 

Orsøkin til at grindin ikki verður hildin til er støðan við koronufarsóttini.

 

– Eg havi snakkað við farsóttarnevndina, og teir mæla okkum frá at halda grindina til. Vit mugu steðga við at drepa grind, sum støðan er í løtuni. Eg spurdi meg eisini fyri hjá Pál Weihe, lækna, og har vóru somu ráðini, sigur Finnbogi Midjord.

 

Spurdur hvørja meining hann hevur um tað, so sigur hann, at tað hevur hann onga meining um.

 

– Tað gerst ikki við. Tað mugu vit bara góðtaka eftir sum støðan er soleiðis í løtuni, sigur sýslumaðurin.