Stór gáva til summarlegurnar í Grønlandi

Grønlendska keypssamtøkan hevur givið summarlegunum í Ameralik eina stóra peningagávu.

Á hvørjum ári letur grønlendska keypssamtøkan 100.000 krónur til vælgerandi endamál, og í ár fór partur av pengunum eitt endamál, sum mangir føroyingar hava kært.

Summarlegan Naalersitaq, sum mangir føroyingar kenna, fekk nevniliga 50.000 frá grønlendsku keypssamtøkuni, skrivar Sermitsiaq.

Talan er um summarlegurnar, sum Hans og Jonna Sivertsen hava skipað fyri í mong ár nú. Mangir føroyingar hava verið og hjálpt har yviri, bæði við at byggja leguhús og sum hjálparfólk á mongu summarlegunum.

Jacob Tindalíð, ið er knýttur at leguarbeiðinum, tók móti kekkinum frá formanninum í KNB Aalipaaraq Kreutzmann. Hans og Jonna SIvertsen kundu ikki taka ímóti kekkinum sjálvi, við tað at tey eru stødd í Føroyum í 100 ára føðingardegi.