Stór framgongd hjá P/F LM Electric

Við munandi størri bruttoúrtøku, men við lægri lønarútreiðslum, bøtti stóra og kenda el-veitingarfyritøkan í Tórshavn, P/F LM Electric, úrslitið við sløkum 4 mió kr. í mun til undanfarna ár.

 

Við munandi størri bruttoúrtøku, men við lægri lønarútreiðslum, bøtti stóra og kenda el-veitingarfyritøkan í Tórshavn, P/F LM Electric, úrslitið við sløkum 4 mió kr. í mun til undanfarna ár.

 

P/F LM-Electric hevur tey seinastu árini havt sera góð úrslit, tó undantikið roknskaparárið 2012, tá felagið bæði hevði lægri bruttoúrtøku enn vanligt hjá felagnum, umframt rey tøl á botnlinjuni.

 

Í dag var ársroknskapurin fyri 2013 at síggja á Business-line, www.bl.fo og her er framgongur, at fyritøkan hevur økt sítt virksemið munandi í farna ári mun til 2012. Bruttoúrtøkan 2013 var slakar 13 mió. kr. í mun til góðar 9 mió. kr. árið fyri.

 

Avlopið áðrenn skatt var í fjør slakar 2,7 mió kr. í mun til minus 1,1 mió kr. árið fyri. Hetta svarar til eina framgongd í úrsliti á slakar 3,9 mió kr áðrenn skatt.

 

Eginognin hjá P/F LM Electrik var við árslok 2013 góðar 5 mió. Í meðal starvaðust 32 fólk hjá fyritøkuni í fjør.

 

Sí vinnuskránna hjá P/F LM Electric VIÐ AT TRÝSTA HER