Stór altjóða hondbóltsvika

Í hesari vikuni eru heili fýra altjóða hondbóltsdystir við føroyskari luttøku

Mynd: (EHF.com)

Í hesari vikuni eru heili fýra altjóða hondbóltsdystir við føroyskari luttøku. Mikudagin klokkan 19.00 spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum EM-undankappingardyst móti Ukraina í týska býnum Aschaffenburg. Dysturin verður vístur í KVF, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Fríggjadagin og leygardagin klokkan 18.00 verða EHF Cup dystir hjá kvinnum, har H71 skal spæla móti eysturíkska liðnum SC witasek Ferlach. Báðir dystirnir verða í Ferlach í Eysturríki.

 

Sunnudagin klokkan 18.00 verður EM-undankappingardystur hjá A-landsliðnum hjá monnum í Høllini á Hálsi, har Føroyar taka ímóti Eysturríki. Atgongumerki til hendan dystin fáast atgongumerki.fo.

 

Mynd: (EHF.com)