Fleiri havnarfólk úr vesturbýnum hava kanska lagt merki til, at tað í dag hevur verið stongt fyri ferðslu niðan eftir Landavegnum beint eftir rundkoyringina við Frælsið. Tað sama er galdandi frá Heygskrókinum til Landavegin og á Landavegnum frá Noregsvegnum til Íslandsvegin.
Hetta er í sambandi við arbeiðið við nýggju rundkoyringina, sum eftir ætlan verður klár í næstum. Tórshavnar kommuna skrivar, at roknast kann við, at vegarbeiðið verður liðugt nú leygardagin 15. desember. Tí verður ikki koyrandi eftir vegnum inntil tá.
Vegarbeiðið broytir eisini bussleiðina nakað, og inntil 15. desember koyra leið 3 og 5 eftir Dalavegnum og Marknagilsvegnum.










