Stongsul av gassi í Ukraina avleiðingar fyri Transnistria

Stongsulin av russiskum gassi gjøgnum Ukraina hevur havt álvarsligar avleiðingar í Transnistria.

 

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Moldovanska loysingarøkið, har 450.000 fólk búgva og í høvuðsheitum tosa russiskt, hevur noyðst at steingja allar vinnufyritøkur uttan matvøruframleiðsluna. Tað upplýsir ein embætismaður fyri Reuters.

Hvørt ár hevur Russland sent umleið tvær milliardir rúmmetrar av gassi til Transnistria. Her er eitt virki, sum veitir orku til alt Moldova.