Stong út hjá báðum pørtum

Bæði í EB/Streymi og TB vóna teir, at tað hesa ferð skal bera til at bøta um tað, sum teir higartil kenna seg vera óhepnar at hava mist

Tað hevur higartil ikki gingið soleiðis, sum teir í EB/Streymi høvdu vónað. Gamla sjúkan, at úrtøkan er soltin fyrsta partin av kappingini, hevur vitjað aftur í Sundalagnum.
Heðin Askam, venjarin hjá EB/Streymi, heldur ikki, at marginalirnir hava verið við teimum:
– Leikliga yvirvágin átti at havt borið fulla úrtøku við sær ímóti KÍ, og ímóti Víkingi var tað rættuliga tætt. Spurningurin er, hvussu tað hevði tikið seg upp, um Geza Turi ikki hevði framt so framúr bjargingar beinanvegin, tá ið Arnbjørn og Hans Pauli vóru leysir frammanfyri honum.
Nú er setingurin TB á heimavølli. EB/Streymur verður roknað at vera favorittur, og tað veit venjarin:
– TB vísti dygdir í Runavík, og talan verður um stóra avbjóðing hjá okkum, men sjálvandi eiga vit at spæla fyri fullari úrtøku á heima­vølli, sigur EB/Streyma venjarin.
Pætur Dam Jacobsen noyddist skaddur av vøllinum eftir ein lítlan hálvan tíma í Sarpugerði fríggja­kvøldið. Hann verður ikki tøkur í morgin.
Levi Hanssen er komin heim úr Bretlandi, har hann er undir út­búgv­ing. Tað er møguleiki fyri, at hann verður við í morgin, og tað verð­ur roknað við, at Pauli G. Hansen nú er førur fyri at spæla meiri, enn hann higartil hevur gjørt.
Milan Kuljic og TB eiga framvegis fyrsta stigið til góða. Kortini sigur TB venjarin seg vera væl nøgdan við avrikið ímóti NSÍ.
– Eftir dystarlok segði eg spæl­ar­unum, at eg var stoltur av av­rik­inum, sum teir høvdu víst, og eg iðr­aði meg saman við teimum um, at tað ikki hevði eydnast at fáa úrtøku burtur úr møguleikunum. Tað var stong út í staðin fyri stong inn. Tað verður torført í Streymnesi, tí teir har norðuri eru neyvan nøgdir við eitt stig eftir tveir dystir, men vit fara at royna, sigur Milan Kuljic.
Miðvallarin Jón Magnusarson er ikki tøkur hesa ferð. Hann koykti fótin undir venjing fyrr í vikuni og er ikki førur fyri at spæla.
– Vit venja framvegis í Vági, men nú gleða vit okkum av álvara til nýggi vøllurin í Trongisvági verður tøkur. Tað verður hann eina ferð í næstu viku, um tað veit væl við í veðr­inum, og arbeiðið harvið kann gerast liðugt, sigur TB venjarin.