stuldur
Løgreglan í Klaksvík handtók um miðnáttarleitið í týskvøldið tríggjar ungar mans.
Teir eru ákærdir fyri at hava stolið heilivág frá Klaksvíkar sjúkrahúsið.
Ein medisin kista, ið var stongd við heingilási, varð brotin upp og tømd. Í kistuni vóru fleiri sløg av heilivági, m.a. nerva? og hjartaheilivágur. Vakthavandi í Klaksvík sigur, at nakað av heilivágnum, sum var í kistuni, kann samanberast við valium. Vakthavandi sigur víðani, at løgreglan beinanvegin fekk ábendingar um, hvørjir tjóvarnir vóru, og tá løgreglan kannaði menninar, høvdu teir eisini heilivágin uppiá sær.
Ein teirra varð eisini ákærdur fyri at hava stolið og brotið ein bil sama kvøldið.
Menninir
Enn metir løgreglan seg tó ikki hava fingið allar menninar í málinum, og vakthavandi sigur, at teir hava ábendingar um ein mann afturat, sum framvegis ikki er tikin. Handtiknu menninir eru 17, 18 og 19 ár og teir vóru nakað ávirkaðair av rúsdrekka, tá teir vórðu tiknir.
Enn er óvist um teir ætlaðu heilivágin til egna nýtslu, ella um teir møguliga ætlaðu at selja hann víðari.









