Stoltur av spælarunum

– Eg eri stoltur av spælarunum, sum kropsliga orkaðu væl allan dystin og hildu allar avtalur, vit høvdu gjørt undan dystinum. Og málini komu eftir støður, sum slett ikki riggaðu undir venjingunum, sigur Heðin Askham, landsliðsvenjari

FÓTBÓLTUR

 

Ein venjing fríggjadagin og ein leygardagin var alt, føroyska landsliðið hevði við sær í skjáttuni, tá dysturin ímóti Íslandi var bríkslaður í gongd. Ikki nógv, kanska, men lítið sást aftur til tað, so skjótt dysturin var í gongd. Og venjarin, Heðin Askham, sum hoyrdi nógv fyri úttøkuna undan dystinum, megnaði tað, eingin hevur megnað undan honum: At vinna ein A-landsdyst ímóti Íslandi!

– Ikki kann sigast annað, enn at eg eri sera vælnøgdur. Vit spældu ein flottan fyrra hálvleik og hildu fast í seinna hálvleiki, tá initiativið náttúrliga lá meira hjá íslendingum, sigur Heðin, sum ikki fær róst sínum monnum nóg nógv fyri avrikið:

– Eg eri stoltur av spælarunum, sum kropsliga orkaðu væl allan dystin og hildu allar avtalur, vit høvdu gjørt undan dystinum. Eg var imponeraður av Símuni Samuelsen, sum vístu høgan klassa í fyrra hálvleiki, og víðvíkjandi Gunnari Nielsen havi eg áður sagt, at hann kanska er ein málmaður í heimsklassa. Nú sigi eg, at hann er ein málmaður í heimsklassa!

 

Tikið skrædlið

Heðin Askham hevur í besta Mourinho-stíli tikið skrædlið fyri spælararnar, tá atfinningarsamar røddir eftir úttøkuna hildu tað vera mestsum óðamannaverk at fara til Íslands við einum so óroyndum hópi, men hóast sigurin stendur eftir sum talandi úrslitið, hevur Heðin »no hard feelings«:

– Serliga eri eg fegin um, at teir av spælarunum, sum kanska vóru mest úthongdir, vístu mest á vøllinum. Tak bara Jónas Þór Næs, sum eg visti, fór at klára tað, hóast tað ikki er lætt at vera spælari og ikki at hava nakað felag aftan fyri seg. Eg sá hann undir venjing í B36 í januar, og tvær ferðir síðani hevur hann royndarvant í norska Notodden, umframt at hann nú hevur vant við FC Amager, sigur Heðin Askham.

– Nú vísti hann so øllum, at hann er væl fyri og spældi ein fantastiskan dyst á høgra bakki. Og tað sama var galdandi fyri aðrar, ið megnaðu uppgávuna væl og virðiliga, hóast fleiri ivaðust áðrenn. Eg eri errin av hesum hópinum, bæði út frá tí, sum teir vístu á vøllinum, men eisini út frá mátanum, teir eru saman uppá. Teir eru toppprofessionellir.

 

Ráð at lata eitt mál

Um dystin sjálvan sigur Heðin Askham, at hann gekk nøkulunda soleiðis, sum roknast kundi við. Hann hevði lagt upp til, at føroyska liðið skuldi royna at vera ágangandi, og tá støðan í hálvleikinum var 2-0 til Føroyar, tosaðu teir um, at tað helst fór at verða eitt sindur øðrvísi eftir steðgin, og so var.

– Sum sagt, so hildu stórt sæð allar avtalur, sum vit høvdu gjørt frammanundan. Og málini komu eftir støður, sum slett ikki riggaðu undir venjingunum, sigur landsliðsvenjarin, ið greiðir frá, at hann eisini segði við spælararnar, tá teir høvdu vant deyðbóltsstøður sum tær báðar, ið góvu málini, at fyri tað, um tær ikki riggaðu undir venjingini, so fóru tær at rigga undir dystinum.

– At so íslendingar fingu eitt mál ímóti endanum, er so tað, sum kann henda, men vit vóru tíbetur so væl fyri, at vit høvdu ráð at lata eitt mál fara inn.