Stoltur av at vera føroyingur

- Á Ólavsøku eri eg so sera stoltur av at vera føroyingur, sigur Ingi Sørensen

 

Í táttinum “Ólavsøkan og eg” hava vit spurt Inga Sørensen í Havn, hvat hann heldur um ólavsøku, og hvussu hann heldur hana:

- Fyrst og fremst fari eg út at ganga oman og niðan gøturnar at møta og heilsa uppá positiv og væluppløgd fólk, tað er ein fantastisk kensla, ið er ring at seta orð á! Vit plaga at fara inn til sera góð vinfólk aftaná kappróðurin, har møta vit nógvum góðum fólki, men vertinir er staddir uttanlands á Ólavsøkuni 2014. Men tað eru onnur góð fólk at vitja.

- Ólavsøkan hevur alt at siga fyri meg, føroyingar úr øllum ættum eru at síggja í gøtunum, tað samansjóðar okkum, tað er mentan í hásæti. Á Ólavsøku eri eg so sera stoltur av at vera føroyingur!