Stoltenberg verður ikki avhoyrdur

Hvørki Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, ella fyrrverandi løgmálaráðharrin Knut Storberget verða millum vitnini, sum skulu avhoyrast í yvirgangsrættarmálinum ímóti Anders Behring Breivik. Heldur ikki formaðurin í ungmannafelagnum hjá Arbeiðaraflokkinum, Eskil Pedersen, skal í vitnisstólin. Tað sigur verjin hjá Breivik, Geir Lippestad, við norska kringvarpið.

Sambært norskum fjølmiðlum merkir hetta, at verjin og hansara hjálparfólk fara ikki at leggja so stóran dent á spurningin um tilbúgvingina, sum fleiri høvdu roknað við.

Geir Lippestad viðgongur, at hann og Breivik hava verið ósamdir um, hvør skal kallast inn til at vitna í rættinum.

-Sjálvandi hava vit av og á kjakast um, hvørjum vit skulu senda boð eftir til at vitna. Vit hava hvør sína uppfatan av, hvat vit skulu leggja dent á. Hjá okkum snýr tað seg um teir rættarligu spurningarnar, men tað er einki loyndarmál, at hann hevur eina aðra hugsan. Vit hava verið ósamdir um, hvør skal vitna, men við eru voðrnir samdir um ein lista, sigur Geir Lippestad við NRK.