Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur í dag skift orð við ukrainska uttanríkisráðharran.
Navnið á ukrainska ráðharranum er Dmytro Kuleba.
Bæði Stoltenberg og Kuleba skriva á X, fyrrverandi Tvitter, at teir hava tosað saman í dag.
Nato-aðalskrivarin endurtekur, at Nato stuðlar Ukraina í krígnum móti Russlandi.
Jens Stoltenberg sigur seg fegnast um, at Ukraina stigvíst tekur seg fram á hermótinum.
- Eg fegnist eisini um, at Nato-sameindir veita landinum stuðul, leggur Nato-aðalskrivarin aftrat.
##med2##