- Kjarnorkuvápnagoymslurnar hjá Nato eru okkara ultimativu ráð til ræðing, sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.
Tað var fyri ein fund millum verjumálaráðharrarnar í Nato-londum, at aðalskrivarin kom við boðunum um, at Nato er til reiðar, tá ræður um kjarnorkuvápn.
Sambært Jens Stoltenberg skulu boðini hjá honum síggjast í ljósinum av veksandi kjarnorkuhóttanunum úr Russlandi og Kina.
- Seinastu árini og mánaðirnar hava vit hoyrt ein vandamiklan kjarnorku-orðaleik úr Russlandi. Russland hevur sagt, at landið hevur sett kjarnorkuvápn upp í Hvítarusslandi og hevur gjørt royndir, sigur Nato-aðalskrivarin.
Hann leggur aftrat, at eisini Kina hevur útbygt sínar kjarnorkuvápnagoymslur, samstundis sum Kina óbeinleiðis stuðlar krígnum hjá Vladimir Putin í Ukraina.
- Kjarnorkuhóttanin kemur soleiðis eisini úr Kina, sum hevur nútímansgjørt síni kjarnorkuvápn. Kina hevur rakettir, sum røkka millum heimspartar og kunnu røkka Nato-londum. Tí skulu hesi londini vita, at okkara kjarnorkuvápnagoymslur eru klárar, sigur Jens Stoltenberg.
Hann leggur dent á, at londini skulu ikki misskilja, at Nato fer at verja sítt øki - um neyðugt við kjarnorkuvápnum.
- USA hevur kjarnorkuvápn í Evropa. Tað dylja vit ikki. Vit dylja heldur ikki, at sameind lond hava flogfør, sum kunnu bera kjarnorkuvápn.
Jens Stoltenberg sigur, at Nato er ein verjusamgonga, og tí ynskir felagsskapurin ikki at føra kríggj.
- Men, altjóða spenningurin ger tað neyðugt at leggja dent á vilja og møguleikarnar hjá Nato at brúka kjarnorkuvápn. Okkara mál er ikki at føra krígg, men at byrgja upp fyri kríggi við at vísa á, at eisini okkara kjarnorkuvápn eru klár - um neyðugt, sigur Nato-aðalskrivarin.
Kelda: Ritzau