Stoltenberg fekk feskasta eintakið

Í hesum døgum er Vencil hin 11. komin út, við tekstum bæði á bundnum og óbundnum máli.

- Her er ein trivalig teggja av yrkingum úr stóru verð og úr heimligu Føroyum, siga fólkini aftanfyri Vencil í tíðindaskrivi.

Við eru William Wordsworth, Federico García Lorca, Gunnar Ekelöf, Rudyard Kipling, Vagnur Streymoy og Marjun Syderbø Kjelnæs.

Ein góður bulur av stuttsøgum úr Íslandi, Føroyum og Amerika er við. Tvær søgur eru eftir Gyrðiri Eliasson, ið vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í fjør. Ein søga er eftir Edgar Allan Poe, og debutanturin hesa ferð eitur Høgni Miné.

Sum nakað serligt, er ein blokkur aftast í Vencli við yrkingum, ið vórðu skrivaðar, tá ið ræðuleikarnir tann 22. juli í fjør hendu í Oslo og á Utøya. Yrkingarnar hava Pia Tafdrup, Agnar Artúvertin, Oddfríður Marni Rasmussen, Halldóara Dam, Sólrún Michelsen, Frits Johannesen, Alexandur Kristiansen, Sissal Kampmann og Katrin Reinert skrivað.

Permuna á Vencli 11. hevur Brandur Patursson gjørt eftir øllum yrkingunum, sum eru skrivaðar til bumbubrestin í Oslo og hópmorðið á Utøya.

Tá ið Jens Stoltenberg var og vitjaði her í farnu viku, fekk hann – hóskandi – eitt eintak av Vencli og eitt prent av permuni.

Perman er prentað á grafiska verkstaðnum, Steinprenti.

Mynd: Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg við fyrsta eintakinum av Vencili hinum 11., saman við Aksel V. Johannesen