Stoltenberg broytti meining

Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður, sigur, at Thorvald Stoltenberg skifti meining, eftir at hann hevði játtað at vera við í arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi

Politikkur

Tað er eitt mistak, at tað ikki er boðað frá í føroyskari pressu, at Thorvald Stoltenberg ikki er við í arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum kortini, sigur Lars Emil Johansen.
Sosialurin skrivaði leygardagin, at Thorvald Stoltenberg als ikki er við í nøkrum arbeiði hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi, sum bólkurin annars hevur boðað frá í tíðindaskrivi, sum sent varð føroysku fjølmiðlunum í seinasta mánaða.
Roynt varð til leygardagsblaðið at fáa eina viðmerking frá grønlendska fólkatingsmanninum Lars Emil Johansen, sum var tann, ið hevði tosað við Stoltenberg. Men Lars Emil Johansen var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Seinnapartin fríggjadagin ringdi Lars Emil Johansen til Sosialin og segði tá, at tað var eitt mistak, at tað ikki var boðað frá í føroyskum fjølmiðlum, at Stoltenberg ikki var við kortini.
Hann segði, at tá hann á fyrsta sinni tosaði við Stoltenberg, játtaði hesin at vera við. Seinni ringdi hann so aftur og boðaði frá, at tað vildi hann ikki kortini.
Lars Emil Johansen sigur grundgevingina tá vera, at Thorvald Stoltenberg helt arbeiðsbyrðuna gerast ov tunga.
Lars Emil Johansen sigur, at hann hevur skrivað til Thorvald Stoltenberg og greitt honum frá, hvat ætlanin var við teirri nevndini, teir ynsktu at fáa Stoltenberg at sita í.
?Eg skilji væl Thorvald Stoltenberg og virði eisini hansara avgerð, sigur Lars Emil Johansen, sum eisini vísir á, at hann hevur greitt frá í grønlendskum fjølmiðlum, at Stoltenberg kortini ikki verður við í arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi.