Í gjárkvøldið varð ein bilur afturfunnin, í Havn, sum annars varð stolin á Giljanesi. Seinast, eigarin visti um bilin var 14. oktober, ella fyri meiri enn eini viku síðani.
Men løgreglan sigur frá eigaranum, at hann helt, at tað var onkur í familjuni, sum var farin avstað við honum.
Men í fyrradagin var eigarin so greiður yvir, at ongin, hann kendi, var farin við bilinum, so hann meldaði, at bilurin var stolin.
Løgreglan almannakunngjørdi eina eftirlýsing og tað gekk ikki leingi, so ringdi fólk at boða frá, at tey høvdu sæð bilin á einum parkeringsplássi í Havn - og har hevði hann staðið minst eina viku.
Løgreglan sigur, at helst hava lyklarnir ligið í bilinum, men nú eru teir so ikki at finna og eigarin fer nú at kanna bilin at vita um hann hevur fingið nakran skaða.
Tað er ólógligt at seta bil frá sær við lyklunum í og bótin fyri tað er 1.000 krónur.