Stolið eitt amboðsskáp frá Bilhjálp

Tað hava veirð óbodnir gestir á gátt í Bilhjálp í nátt og farnir avstað við einum amboðsskápi við ymsum amboðum, ið verða brúkt til bilumvæling.

 

- Skápið er eyðkent knallreytt, og hevur eftir hvat skilst eitt virði á 20.000 krónur, sigur Hildur Hentze, varakriminalovasti.

 

Politiið leitar nú eftir hesum skápinum.

 

- Men eg má siga, at tað er eitt sindur ræðandi, at fólk ikki virða eina politisperring, sigur Hildur Hentze.

 

Tey hava annars kannað orsøkina til eldsbrunan so væl, sum tað nú einaferð letur seg gera.

 

- Tað letur til, at eldurin er uppstaðin oman fyri oljufýrið, har tað eftir øllum at døma ikki hevur verið nóg væl isolerað, men soleiðis er, tá óhappið er úti, sigur Hildur Hentze, varakriminalovasti.