Við sínum eyðkenda tætta skapi, er Fuglafjørður vælegnaður til tílík tiltøk, tí stutt er til alt! Hugnaligu og góðu handlarnir liggja lið við lið, eins og matstøð, kaffi og mentanartilboð. Rundan um Mentanarhúsið eru sera góð parkeringsviðurskifti beint við miðbýin.
Dagarnar 20. – 22. apríl er Bindifestivalurin aftur í Fuglafirði við spennandi verkstovum í heimligum stovum, áhugaverdum fyrilestrum runt um í býnum og góðum mati, hesaferð frá Ruben Busk, í Mentanarhúsinum. Harumframt verður eitt forkunnugt ullartelt beint við miðstaðarlundina, har vitjandi kunnu royna seg við ymsum ullar-arbeiði.
##med2##
Í søguliga Ribarhúsi verður hesar dagarnar eisini ein sermerkt støkk-upp mini sølumistøð, har 15 ymiskar fyritøkur, handlar og einstaklingar húsast í hugnaliga bygninginum. Her fáast alskyns øðrvísi og hugtakandi lutir, eins Piddasahandil í neðra hevur spennandi heimavirkaðar vørur. Í gallarínum er ein øðrvísi framsýning, Lúkukaffi er opið við góðum heimabakstri gjøgnum dagin, og suppu ella tertu á middegi til uppi er.
Closed for Maintenance verður somu dagarnar, og tá verður arbeitt uppá bygdagøtuna millum Hellurnar og Fuglafjørð fríggjadag og leygardag. Rásin verður markerað niðan á Skarð Fuglafjarðar-megin og arbeitt verður uppá steinsettu gøtuna niðan í Kliv Hellu-megin.
Bindifestivalurin plagar at skipa fyri forvitnisligum gongutúrum, og hesaferð eru teir út í Klemmuna, upp á Nón, og runt í býnum, antin at hyggja eftir list í almenna rúminum, ymsum bygningum ella gjøgnum mongu trappurnar í býnum.
Vikan endar við einum longum, fjøllbroyttum vikuskifti í Mentanarhúsinum, har Ólavur á Váli Olsen
hevur konsert leygarkvøldið kl. 20, Stanley Samuelsen við bólki hevur konsert sunnudagin kl. 16,
meðan eitt bókaútgávutiltak hjá Sprotanum, Rímur á reki eftir Alexandur Kristiansen, verður
flaggdagin 25. apríl kl. 20.
Flaggdagin er eisini eitt flaggdagshald í miðstaðarlundini kl. 14, har Jastrid á Dalbø heldur røða og
hornorkestri spælir. Í Ribarhúsi letur kvøldskúlaframsýningin upp kl. 15 við setan og tónleika-
framførslum gjøgnum dagin.