Í gjár vóru 10 ár liðin síðan Stoke tryggjaði sær uppflyting til Premier League, men nú gongur leiðin aftur niður í næstbestu deildina. Tað gjørdist greitt í dag, tá ið Stoke tapti 2-1 ímóti Crystal Palace.
Stoke hevði ein sigur fyri neyðini, og sveisiski landsliðsleikarin, Xherdan Shaqiri, legði eisini Stoke á odda 1-0, men seinastu góðu 20 minuttirar syrgdu James McArthur og Patrick van Aanholt fyri 2-1-sigri til Crystal Palace.
- Vanliga feiðri eg tað, tá ið eg skjóti mál, men eg vil fegin siga orsaka til Stoke City og fjepparar teirra. Eg hevði ynskt, at málið ikki var við til geva tykkum niðurflyting, men tit koma skjótt aftur. Eitt gott felag við góðum fjepparum, skrivaði Patrick van Aanholt á Twitter eftir dystin.
Leingi sá út til at West Bromwich mátti ta tungu leiðina niður í næstbestu deildina saman við Stoke, men eitt sigursmál í yvirtíðini í 1-0-sigri ímóti Tottenham gav West Bromwich fyribils nýtt lív í Premier League.
Tað er hørð kapping um at sleppa undan teimum báðum síðstu niðurflytingarplássinum. Kappingin er ímillum West Bromwich, Southampton, Swansea, Huddersfield og West Ham. Nógv skal tó ganga galið, um West Ham gerst svartiper.