Størstu pengamappurnar seta dagsskránna

Málið um grundstykkini undir Kongavarða vísir greitt, at sterk borgarlig sjónarmið ráða innanveggja á Vaglinum, sigur Jógvan Arge.

Jógvan Arge leggur aftur eftir býráðssamgonguni. Eftir hansara tykki er avgerðin hjá Tórshavnar býrað, um at selja grundstykkini undir Kongavarða til hægsbjóðandi, eitt greitt tekin um, at sterk borgarlig sjónarmið ráða innanveggja á Vaglinum, hóast Javnaðarflokkurin einsamallur hevur meiriluta í býráðnum.

 

Jógvan Arge sigur, at kommunali bíðilistin, sum býráðið nú hevur valt at seta til síðis í hesum føri, og møguliga avtaka upp á longri sikt, hevur millum annað til endamáls at tryggja vanligum fólki at sleppa upp í part fyri so rímiligan kostnað sum til ber. Tí hevur tað higartil verið vanligt, at selja jørðina fyri sama prís, sum kommunan keypti hana fyri.

 

- Nú verður hálsað um og kommunala jørðin verður seld byggifeløgum fyri hægstbjóðandi. Tá bygt er, kunnu byggifeløgini selja borgarum bústaðirnir í fríari sølu - t.e aftur fyri hægstbjóðandi, skrivar Jógvan Arge í lesarabrævi.

 

Jógvan Arge vísir á, at meðan býráðið hevur goldið 14,5 milliónir fyri alla ognina hon keypti frá Eik Banka undir Kongavarða, so er virðið á økinum, har raðhúsini skulu standa allarhelst eitt stað millum eina og tvær milliónir. Men nú ætlar kommunan at selja grundøkini undir teimum 32 raðhúsunum fyri 300.000 krónur stykki, tað vil siga tilsamans 9 milliónir.

- Tí liggur her ein vinningur til kommununa upp á minst 7. mió. krónur - sum húsakeyparin, hvør hann so verður, skal rinda upp á tann eina dag, skrivar hann.

 

- Við allari respekt fyri formanninum í byggi- og býarskipanarnevndini líkist hetta ikki javnaðarpolitikki. Har plagdi grundreglan ikki at vera at lata tær størstu pengamappurnar einsamallar seta dagsskránna, skrivar Jógvan Arge.

 

Jógvan Arge hevur fyrr víst á eina høgrasnaring á Vaglinum, hóast Javnaðarflokkurin ræður fyri borgum, og skrivar aftur í dag, at høgrasnaringin eftir øllum at døma røkkur nógv longri inn í Javnaðarflokkin, enn nakar skuldi trúð.

 

Les alt lesarabrævið her