Við stóru búskaparligu og fíggjarligu avbjóðingunum, ið liggja fyri framman, er náttúrligt og rætt, at føroyingar sum ríkisborgarar krevja sín rætt og bjálva føroysku vælferðina til framtíðina
Búskaparliga gongur væl í føroyska búskapinum í løtuni, men stórar avbjóðingar eru fyri framman. T.d. vísir Búskaparráðið á manglandi framtíðar haldførið og staðfestir, at vit skulu gera tillagingar í almenna rakstrinum fyri 750 mió. kr.
Hetta er ein sera stór avbjóðing, ið Sambandsflokkurin tekur í størsta álvara, tí málið má og skal vera at styrkja heilsuverkið og sosialu skipanirnar – og samstundis tryggja haldførið. Vælferðin má ikki versna, tvørturímóti.
Okkara boðskapur og mál til fólkatingsvalið er: felags støði í felags málum.
Felags málini í Ríkisfelagsskapinum eru heilsuverk, fólkapensjónir og serforsorg, og skipanin er, at Føroyar og Danmark fíggja hesi økir í felag.
Sambandsflokkurin vil tryggja, at tænasturnar eru á sama støði í Føroyum og Danmark, og er hetta ein partur av umfordeilingini av vælferðini í ríkinum. Tað er ikki rímiligt, at t.d. Føroyska heilsuverkið er siglt afturúr, meðan danska stjórnin vil gera milliardaíløgur í danska heilsuverkið. Í felagsskapinum má støði vera á leið hitt sama.
Altjóða ratingstovnurin Moody’s staðfestir í siní kredittmeting av føroyska búskapinum, at Ríkisfelagsskapurin gevur okkum hægri altjóða rating. Tí er rentan lægri, fíggingin bíligari og kostnaðarstøði lægri, enn tað annars hevði verið.
Fyri at tryggja haldføri í búskapinum, vil Sambandsflokkurin framhaldandi arbeiða fyri einum sterkum og betraðum Ríkisfelagsskapi.
Vel eitt sterkt umboð á Fólkating.
Bárður S. Nielsen
Løgtingsmaður og valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið