Størsti veðrurin vigaði 76 pund

Í gjárkvøldið flettu teir tilsamans 23 veðurlomb og veturgamlar veðrar í einum bilhúsi á Sandi.

Heystið er ein hugnalig tíð á bygd, tá flettingin byrjar við heimaseyði, og fjøllini og hagalombini stunda til. 

 

Í Sandoynni eru menn eisini byrjaðir at fletta heimaseyð, og í gjárkvøldið flettu teir 23 veðurlomb og veðrar í einum bilhúsi.

 

Inni í snotuliga bilhúsinum stóðu seks flettingarborð, og eitt lið av røskum monnum tóku sær av at fletta veðrarnar.

 

Størsti veturgamli veðrurin í gjárkvøldið vigaði 76 pund, og onkur annar nærkaðist eisini hesi vekt.

 

Ein slíkan dag og eitt slíkt kvøld á Sandi stákast húsmóðirin við stórum og góðum nátturða, og seinni borðreiðir hon við køkum.

 

Soleiðis var eisini í gjárkvøldið, har fleiri menn, kvinnur og børn sótu væl til borð hjá Sannu og Thomas Petersen á Sandi.