Tað var vorðið sum toskur, íslendski garnabáturin Grímsey fekk nú um dagarnar, tá hann royndi har eysturi í Húnaflógvanum, sum er á Norðurlandinum. Teir fingu bara stóran tosk, og meðalvektin var oman fyri 40 pund. Tann størsti toskurin vigaði 82 pund.
Sambært íslendska ríkisútvarpinum hava bátarnir fingið meiri av stórum toski í ár enn undanfarin ár. Trupulleikin er, at á marknaðinum fær tann stóri toskurin ikki so góðan prís sum minni toskur, sigur útvarpið.











