Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin heima hjá okkum ella hjá soninum, sum býr í Skopun.
Tað sigur Arna Lognberg.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Jólaaftan verður tað dunna.
Hevur tú eitt jólaynski?
- At eg gerist frísk, og at alt fer at ganga væl.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Tað er, at Jesus varð føddur og er okkara frelsari. Hetta er størsta undurið, sum er hent, sigur Arna Lognberg.











