Í oktober verður Norðurlandahúsið karmur um tað størsta Ung í Føroyum tiltakið nakrantíð, tá 90 ung millum 13 og 18 ár vitja húsið í nakrar dagar.
Endamálið hjá teimum er at fordjúpa seg í list og skapandi virksemi við hjálp frá yrkislistafólki úr Føroyum, Noregi, Svøríki og Finnlandi.
Fyrireikararnir kunnu av sonnum eisini kalla ársins stevnu fyri tí størstu nakrantíð, tí luttakaratalið er hægri enn áður, stevnan er ein hálvan dag longri enn vanligt og sum nakað nýtt eru tríggir av verksmiðjuleiðarunum í ár úr øðrum Norðurlondum.
Verksmiðjurnar í ár eru seks í tali: Tónleikur við Jens L Thomsen (FO), sjónleikur við Mariann Hansen (FO) og Heiki Riipinen (FI), dansur við Signhild Meen Wærsted (NO), skriving við Athena Farrokhzad (SE), sniðgeving við Onnu Kristini Bæk (FO) og myndlist við Sámali Blak (FO).
Stevnan endar við einum almennum tiltaki, har luttakararnir sýna tað fram, sum tey hava skapt. Vígdis Hentze Olsen, dansari og koreografur, er listarligur samskipari av framsýningini.