Størsta málveitslan higartil í ár

10 av 21 málum í 5. umfari vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður

Í fótbólti verður ofta tikið til, at tað eru málini, sum borga fyri undirhaldinum. Um málini eru barometrið fyri undirhaldi, so var 5. umfar í Effo-deildini, sum var á skránni skírisdag, meiri undirhaldandi, enn øll hini undanfarnu umførini higartil í ár hava verið.

Í teimum fimm uppgerðunum hesa ferð var samlaða máltalið 21: KÍ-AB 4-1, ÍF-EB/Streymur 3-0, B68-B36 2-4, Skála-Víkingur 1-1 og HB-NSÍ 4-1.

Í undanfarnu umførunum hevur máltalið verið væl lægri enn so: 1. umfar 11 mál, 2. umfar 16 mál, 3. umfar 15 mál og 4. umfar 12 mál.

 

 

Fyri at finna eitt umfar við eins nógvum ella fleiri málum enn hesa ferð, skal leitast aftur til 27. og síðsta umfar í fjør. Tá var máltalið 23. Ofta er í síðsta umfari talan um onkran stóran sigur, tá ið tað longu frammanundan er avgjørt, hvør skal flyta niður. Soleiðis var tað í fjør, tá ið KÍ á heimavølli í síðsta umfari vann 7-1 á 07Vestur. Longu undan síðsta umfari var tað greitt, at vágaliðið var flutt niður.

 

 

Skírisdag var tað eisini merkistvert, at knappur helmingur av málunum vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Tíggju mál vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður – íroknað tvey brotsspørk. Og í onkrum øðrum førum aftrat var tað eftir fríspark og eitt sindur av spæli, at bólturin endaði í netinum.

 

 

5. umfar

Hósdagin 21. apríl

KÍ-AB 4-1 (2-0)

1-0: Sørmundur Kalsø 37.

2-0: Hjalgrím Elttør 41.

3-0: Rodrigo Silva 49.

4-0: Páll A. Klettskarð 65.

4-1: Dion B. Splidt 76.

Dómari: Lars Müller

KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye, Hjalgrím Elttør – Henry Heinesen (Ivan Joensen, 62.), Páll A. Klettskarð (Heðin á Lakjuni, 65.), Rodrigo Silva (Heðin Klakstein, 62.)

Gult kort: eingin

AB: Hans Jørgensen – Jobin Drangastein, Jógvan Isaksen, Leivur Holm, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Bárður Olsen, Hørður Mohr (Magnus Egilsson, 64.) – Jónas Stenberg, Sorin Anghel (Cristian í Garði, 62.), Dion B. Splidt (Ari Johannesen, 81.)

Gult kort: Dion B. Splidt

 

 

 

ÍF-EB/Streymur 3-0 (0-0)

1-0: Leivur Joensen 74.

2-0: sjálvmál 83.

3-0: Ari Ó. Ellingsgaard 85. 

Dómari: Petur Reinert

ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum – Ari Ó. Ellingsgaard (Pól Magnus Petersen, 90.), Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen, Nenad Saric (Dánjal á Lakjuni, 46.) – Kristoffur Jakobsen, Clayton Soares

Gult kort: Fritleif í Lambanum

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jóhannes Hansen – Gert Hansen, Høgni Madsen, Niels Pauli Danielssen (Brian Olsen, 68.) – Leif Niclasen (Gunnar Zachariasen, 62.), Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Jóhannes Hansen, Jónas þór Næs

 

 

 

B68-B36 2-4 (1-3)

1-0: Óli H. Olsen 1.

1-1: Hørður Askham 3.

1-2: Lukasz Cieslewicz 25.

1-3: Jákup á Borg br 42.

1-4: Hørður Askham 76.

2-4: Óli H.Olsen 88.

Dómari: Rói Jacobsen

B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Kristian Anton Andreassen – Hákun Edmundsson, Janus Mortensen (Emil Ronaldsson, 86.), Jann Ingi Petersen, Evrard Blé (Esmar Clementsen, 63.) - Óli H. Olsen, Ovi Brim

Gult kort: Kristian Anton Andreassen, Niklas Poulsen

Reytt kort: Mads Rosenberg 22. (beinleiðis reytt)

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard (Benjamin Heinesen, 80.) – Jákup á Berg (Tóki á Lofti, 70.), Róaldur Jakobsen (Eli Falkvard Nielsen, 83.), Hanus Thorleifsson, Rasmus Dan Sørensen – Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal

Gult kort: Høgni Eysturoy, Lukasz Cieslewicz

 

 

 

Skála-Víkingur 1-1 (0-1)

0-1: Súni Olsen br 44.

1-1: Brian Jacobsen 62.

Dómari: Dagfinn Forná

Skála: Mark Ryutin - Jákup Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen – Andras Frederiksberg, Poul N. Poulsen (Brian Jacobsen, 59.) – Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Jákup Johansen – Holgar Durhuus

Gult kort: Poul N. Poulsen, Jákup Johansen

Víkingur: Geza Turi – Hjartvard Hansen (Magnus Jarnskor, 85.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus (Gunnar Vatnhamar, 70.) – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Heðin Hansen (Filip Djordjevic, 62.) – Finnur Justinussen

Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus

 

 

 

HB-NSÍ 4-1 (2-0)

1-0: sjálvmál 29.

2-0: Fróði Benjaminsen 32.

2-1: Árni Frederiksberg 54.

3-1: Símun Samuelsen 82.

4-1: Andrew av Fløtum 89.

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur M. Gestsson – René S. Joensen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen - Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen (Levi Hanssen, 46.), Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen (Símun Samuelsen, 64.)

Gult kort: eingin

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen (Sjúrður Jacobsen, 46.)  - Jens Joensen, Magnus Olsen - Andy Olsen, Jann Martin Mortensen (Meinhard E. Olsen, 46.), Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen

Gult kort: Andras Gango, Andy Olsen, Jens Joensen

 

 

 

Støðan eftir 5 umfør

HB 11 stig

B36 11 stig

NSÍ 9 stig

ÍF 9 stig

KÍ 9 stig

EB/Streymur 8 stig

Víkingur 5 stig

AB 4 stig

Skála 2 stig

B68 1 stig

 

 

6.  umfar 2. páskadag

KÍ-Skála: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

ÍF-B36: Petur Reinert kl. 15.00

B68-AB: Dagfinn Forná kl. 15.00

EB/Streymur-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00

HB-Víkingur: Páll Augustinussen kl. 15.00

 

mynd: nordlysid.fo