Faroe Pride er árliga tiltakið, har samkynd, tvíkynd, tvørkynd og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til, og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá øllum føroyingum, og setur fram ynski um eitt rúmligari Føroyar, har líkarættur er galdandi fyri allar borgarar.
Skráin í ár er drúgvari, enn hevur verið undanfarin ár. Byrjað verður mikudagin 22. juli, tá møguleiki er at hoyra fyrilesturin um kvæði og hinskynd mentan hjá kenda professaranum Louis-Georges Tin. Hósdagin ber til hjá áhugaðum at mála skelti til sjálva skrúðgonguna, sum verður mánadagin 27. juli. Sama hóskvøld hitar Sirkus Føroyar upp til ársins Faroe Pride við Kára Jacobsen sum DJ.
Vikuskiftið 24. og 25. juli verður Norðurlandahúsið vent á høvdið, tá kynssnaring fyri fyrstu ferð verður sett á dagsskrá í Føroyum.
Fríggjakvøldið 24. juli verður filmsframsýning, pallborðsfundur, fyrilestrar og kjak. Leygarkvøldið er dragshow á skránni við Dennis Agerblad Band (FO/DK), Nuka tha Diva (GL) og Iwona Kok (IS). Fyrireikarnir vænta eitt minnisvert tiltak, ið ikki áður hevur sæð sín líka her á landi.
Mánadagin 27. juli er tíð til sjálva Faroe Pride skrúðgonguna. Sum vant verður byrjað við Gundadalshøllina, áðrenn gingið verður oman í Miðbýin og síðani oman á Skálatrøð. Har verður skipað fyri stórari ókeypis konsert og familjuvinarligum undirhaldi. Tey luttakandi á ársins konsert verða: Enekk, Dennis Agerblad Band, Hulda, Dánjal á Neystabø og Ævintýrferðin, Konni Kass, og Terji Krossteig Messell & vinir. Samstundis fáa tey vitjandi møguleika at njóta stóra tivoliøkið hjá Tórshavnar Ítróttaráð á Skálatrøð, sum aftur í ár verður sett upp til ólavsøkuna.