Størri møguleikar við frysting

- Ein høvuðsorsøkin til, at vit hava keypt frystiskip er kvotan á Flemish Kap, sigur Líggjas Johannesen, skipari.

Við Degi & Viku í kvøld, segði Líggjas Johannesen, skipari og skipaeigari, at føroysku fiskiveiðimøguleikarnir á Flemish Kap eru ein høvuðsorsøkin til, at teir hava gjørt av at skifta gamla ísfiskalínuskipið Klakk út við eitt nýggjari frystilínuskipið, sum teir hava keypt úr Noregi.

 

Tað eru brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen, sum saman við Kósini eiga felagið Sp/f Undir Klakki, sum eigur og rekur línuskipið, sum kom á Klaksvík í morgun.

 

- Jú, kvotan á Flemish Kap er ein av høvuðsorsøkunum til, at vit nú fara at frysta veiðina umborð í staðin fyri at veiða ísfisk.

 

Hann sigur seg trúgva upp á, at eitt frystilínuskip hevur nógv størri møguleikar enn eitt ísfiskalínuskip. 

 

Líggjas Johannesen vísir á, at tað tekur eini átta samdøgur at sigla - hvønn vegin - yvir á Flemish Kap og heimaftur, men við frysting umborð kann skipið vera til fiskiskap í einar 7-8 vikur við teirri bunkring, sum skipið hevur.

 

- Nú skulu vit ikki vóna, at túrarnir verða so langir har yviri, men vit kunnu rokna við, at túrarnir fara at verða einar 5-6 vikur langir.

 

Skiparin og skipaeigarin heldur, at eitt frystilínuskip eisini gevur nýggjar møguleikar á øðrum leiðum enn á flemish Kap.

 

- Eg trúgvi, at møguleikarnir í síni heild verða fleiri, og tað skuldi verið sera óheppið, um allir møguleikarnir skuldu kiksað í senn, segði hann við Dag & Viku í kvøld.

 

Líggjas Johannesen heldur, at eitt slíkt frystilínuskip sum Klakkur skuldi kunnað fiskað fyri eina íløgu á 25 miljónir krónur.

 

- Um hetta ikki letur seg gera, er neyvan vert at reka línuskip yvirhøvur, bæði tá ræður um skips-og manningarpart, sigur royndi og dugnaligi skiparin í Klaksvík, sum saman við bróðuri sínum og manning á gamla Klakki gjørdist fiskikongur í 2013.