Størri framleiðslu enn væntað

Framleiðslan hjá Atlantic Petroleum var eitt vet hægri enn væntað, bæði í desembur og í 2014 sum heild.

Framleiðslan hjá Atlantic Petroleum var eitt vet hægri enn væntað, bæði í desembur og í 2014 sum heild.

 

Í eini dagføring frá oljufelagnum greiða teir frá, at framleiðslan í desembur var 56.000 tunnur av olju frá Chestnut, Ettrick og Blackbird oljuleiðunum. Dagliga miðalframleiðslan var 1.806 tunnur um dagin. Hetta er eitt vet hægri enn væntað, og sambært felagnum er orsøkin, at ein brunnur varð boraður áður enn ætlað, meðan tað annars hevur verið góð nýtslutíð á øllum leiðunum farna mánað.

 

Samlaða framleiðslan í 2014 var 587.000 tunnur ella 1.608 tunnur um dagin, sum er hægri enn væntaða framleiðslan, ið var millum 1.520 og 1.600 tunnur um dagin.