- Um Finnland og Svøríki velja at gerast limir í verjusamgonguni, Nato, fer Noreg at ynskja londunum vælkomnum.
Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, í samrøðu við finsku tíðindastovuna, STT.
- Vit vilja gjarna, at Finnland og Svøríki gerast limir í verjusamgonguni, sigur norski forsætisráðharrin.
Jonas Gahr Støre leggur tó dent á, at uttan mun til, hvat Finnland og Svøríki fara at velja, fer verjusamstarvið millum Noreg, Svøríki og Finnland at halda fram.
Bæði í Finnlandi og Svøríki er undirtøkan fyri Nato-limaskapi nógv vaksin, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar í ár.
Sambært stjórnunum í báðum londunum verður støða tikin til eina umsókn um møguligan Nato-limaskap rættiliga skjótt.











