Jonas Gahr Støre tekur við floksformansstarvinum eftir Jens Stoltenberg, sum fer í starvið sum aðalskrivari í NATO seinni í ár.
Støre, sum er 53 ára gamal, er útbúgvin stjórnmálafrøðingur. Hann hevur verið virkin í politikki leingi. Hann var skrivstovustjóri í forsætismálaráðnum, tá Gro Harlem Brundtland var forsætisráðharri, og hann helt fram í starvinum undir Jens Stoltenberg. Í 2005 varð hann tilnevndur uttanríkisráðharri, og í 2012 gjørdist hann heilsumálaráðharri. Tað starvið røkti hann, til stjórnin fall á valinum í fjør.
Tað eru ikki øll í Arbeiðaraflokkinum, sum halda líka nógv av Jonas Gahr Støre sum politikara. Fleiri halda, at hann hellir ov nógv til høgru.










