Støre hitti Zelenskyj í Ukraina

Noreg hevur givið Ukraina lyfti um, at landið fer at stuðla, bæði figgjarliga, humanitert og hernaðarliga.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hevur í dag verið í Ukraina og vitjað forseta landsins, Volodymyr Zelenskyj.

 

Í Ukraina vitjaði forsætisráðharrin í krígsraktum økjum nærindis markinum til Hvítarusslands, eins og hann vitjaði forsetaborgina í ukrainska høvuðssaðnum, Kyiv.

 

Norskir miðlar vita í dag at siga, at Jonas Gahr Støre hevur lovað at stuðlað Ukraina, bæði við fíggjarligari-og humaniterari hjálp eins og við hernaðarligari hjálp.

 

Sambært norskum miðlum fór forsætisráðharrin beint av toppfundinum í Nato, sum var í Madrid, til Ukraina, og av trygdarávum varð vitjanin ikki alment fráboðað.

 

Áður hevur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, eisini vitjað Volodymyr Zelenskyj í Kyiv. Tað var í byrjanini av mai mánaði.