Tað eru bóndahjúnini, Gunnhild og Kári, ið búgva í Kongsstovuni í Haraldssundi, sum fara at borðreiða við teirra egnu framúr rávørum á norðoyastevnu.
Tey hava leigað seg inn í hugnaliga hølið, har Fríða áður helt til - á Nólsoyar Pálsgøtu. Á matarlepanum verður ymiskt gjørt burtur úr seyðalivur, hvannum, rabarbum, hummus, skerpikjøti, rullupylsu og øðrum góðum føroyskum viðskera.
Alt hetta kann njótast aftur við einari bjór ella einum glasi av víni í Royndini Fríðu á Nólsoyar Pálsgøtu 7.
Vit vilja skapa eitt stað, har fólk kunnu koma at njóta føroyskan mat, sum er framleiddur á burðardyggan hátt, og har framleiðarar og keyparar hittast, siga Gunnhild og Kári.
Tey leggja aftrat, at tey vóna, at støkk upp matstovan verður væl vitjað, tí so hava tey kanska mót uppá at royna hetta aftur við øðrum rávørum, sum eru tengdar at árstíðunum.
Nólsoyar Páls gøta 7
Leygardag: kl. 12-22
Sunnudag: kl. 15-19