Støk mamma: Danska stjórnin hevur svikið meg

24-ára gamla Ronja Marston Petersen, ið er støk mamma, vantar 10.000 krónur í barnapeningi frá danska statinum

Sambært donsku gratisavísini, Metroxpress, kenna nógvir føroyskir og grønlendskir útisetar í Danmark seg órættvíst viðfarnar. Ráðharradeildin fyri donsk skattamál metir nevniliga, at foreldur at umleið 500 grønlendskum og føroyskum børnum ikki fáa barnapening afturgoldnan við afturvirkandi gildi.

 

Sambært nýggjari reglugerð fáa ES-borgarar, ið hava arbeitt í Danmark, nú barnapening afturgoldnan við afturvirkandi gildi. Orsakað av, at Føroyar ikki eru ein partur av ES, er reglugerðin ikki galdandi fyri Føroyskar útisetar, ið fluttu til Danmarkar í 2012. Hetta er ikki rætt, metir 24-ára gamla Ronja Marston Petersen, ið er støk mamma og læknalesandi í Odense.

 

- Tað er órættvíst, og hetta er at gera beinleiðis mismun á fólk. Arbeiðarar úr m.a eysturevropa fáa barnapening afturgoldnan, men føroyingar og grønlendarar fáa ikki  Nógvir av hesum arbeiðarunum hava familjur í øðrum londum, so peningurin verður fluttur beinleiðis av landinum. Vit eru hóast alt danskir ríkisborgarar og rinda skatt til danska ríkið, sigur ein ørkymlað Ronja Marston Petersen í einari samrøðu við in.fo.

 

- Eg skilji ikki, at reglugerðin ikki fyrst og fremst er galdandi fyri ríkisfelagsskapin, leggur Ronja afturat.

 

Orsøkin til, at júst Ronja Marston Petersen ikki fær hesar 10.000 krónurnar afturgoldnar er,  at hon ikki hevði búð í Danmark í tvey ár millum 2002 og 2012, tá hon flutti til Danmarkar í lestrarørindum. Tá  sat ein onur stjørn við valdið, og ein onnur reglugerð var galdandi. Hendan broyttist í 2013. Nýggja reglugerðin rakar sostatt ikki teir føroyingar og grønlendingar, sum eru fluttir av landinum í 2013. Hesir útisetar fáa sostatt somu upphædd útgoldna, eins og danskir skattarindarar. Danska stjórnin rindar sostatt fleiri milliónir danskar krónur í barnapeningi til nógvu eysturevropearnar, ið hava børn í heimlandinum. Edmund Joensen metir, at talan er um álvarsligan mismun.

 

- Málið um barnapening til ES-borgarar ger mismun á donskum ríkisborgarum úr Grønlandi og Føroyum, ið rinda skatt í Danmark, skrivar Edmund Joensen til Metroxpress í dag.

 

Danski ráðharrin fyri skattamál, Morten Østergaard, sigur, at hann fer at kanna málið nærri.

 

- Eg vil fegin leggja dent á, at persónar úr Grønlandi og Føroyum í dag hava fullkomiliga somu møguleikar at fáa barnapening útgoldnan, eins og aðrir danskir ríkisborgarar. Tað er sjálvandi ein trupulleiki, at stjórnin ið sat frammanundan, setti aðrar reglur í gildi. Hesar hava havt við sær, at teir føroyingar, ið fluttu til Danmarar í 2012 hava trupulleikar at fáa barnapeningin rindaðan við afturvirkandi gildi. Eg fari at kanna, hvussu eg kann betra hetta, sigur Morten Østergaard við Metroxpress.